About LM Electric
LM Electric is a store, located at Hoyvíksvegur 53, 100 Tórshavn, Faroe Islands. They can be contacted via phone at 351220, visit their website www.lm.fo for more detailed information.
LM Electric er ein fyritøka, sum veitir EL-tænastur. Fyri okkum er ongin EL uppgáva ov lítil og eisini átaka vit okkum stór arbeiði og verkætlanir.
Tags
EL innleggingar:
Virksemi fevnir sera vítt, heilt frá smáum umvælingum til stórar bygningar, so sum Norðurlandahúsið, Hotel Føroyar, Bank Nordik, Skúladepilin í Marknagilið v.m.
- Vanligar innleggingar
- Intelligentar innleggingar (IBI)
- Ídnaðar innleggingar
- Ljósanlegg
- Talvuanlegg
- Ex. innleggingar
- Neyð- og panikljós
- Telefon- og EDV-net
- Stýring og eftiransing (CTS/SRO)
Eftirlits- og ávaringarskipanir:
Eldur, innbrot og líknandi kunnu gera óbøtandi skaða. Tí meta vit at eftirlits- og ávaringarskipanir eru neyðugar fyri at tryggja seg í móti hesum. Við útbúgving og góðkenning frá "Brunaumsjón Landsins", og í samstarvi við altjóða veitaran Siemens Cerberus bjóða vit dygdargóðar eftirlits- og ávaringarskipanir. Vit hava allar týðandi eykalutir á goymslu.
Starvsfólkini hjá okkum eru reguliga á skeiðum hjá eitt nú Siemens.
- Brunaávaring (ABA og ABDL)
- Tjóvaríávaring (AIA og SPC)
- Sjónvarpseftirlit (ITV)
- Hurðaeftirlit (ADK)
- PLC stýringar - bæði á landi og umborð á skipum.
Neystreymsskipanir:
Dieselgenerator og ein No-break skipan tryggjar tær el veiting tá brek er á SEV veitingini. Sum "High Power Partner" hjá altjóða veitara innan neyðstreymskipanir APC, hava vit væl útbúgvin starvsfólk sum reguliga eru á skeiðum. Saman við APC bjóða vit tær eina 1. floks eftirlits- og viðlíkahaldsavtalu, umfatandi eina goymslu av øllum týðandi eykalutum.
- Dieselgeneratorar
- No-break skipanir
Hvítvøruverkstaðið:
Á hvítvøruverkstaðnum gera vit mangt og hvat.
Stórkøkar/industri:
Uppsetan og umvæling av stórkøkum/industri, ovnar, uppvaskmaskinur, kippannur, kipgrýtir, kabyssir, køliskáp, frystiskáp, køliborð v.m.
Av merkjum vit umboða á hesum øki kunnu nevnast: Houno, Ken, Gram, FKI, Jøni v.m.
Vit hava eisini eykalutir frá hesum liggjandi á goymslu.
Húsarhalds hvítvørur:
Montera og umvæla.
Av merkjum vit umboða á hesum øki kunnu nevnast: Asko, Gram, AEG/Electroluc, Voss, Bosch/Siemens, Gorenje, Fisher&Paykel, Liebherr, Thermex v.m.
Vit hava eisini eykalutir frá hesum liggjandi á goymslu.
Bil-liftarar:
Uppsetan, umvæling, árligt eftirlit og góðkenning. LM Electric eru góðkendir frá Arbeiðseftirlitinum til Bil-liftarar.
Hjartastartarir:
Vit eru umboð hjá Cardia International. Vit selja, umvæla og gera eftirlit við hjartastartarum. Eisini kunnu vit veita upplæring, undirvísing v.m. í brúki av hjartastartarum.
Hitapumpur Euronom:
Vit umvæla og gera árlig eftirlit í samstarv við Sp/f Hita.
Á hvítvøruverkstaðnum hava vit væl út útbúnar teknikarar við upp til 30 ára starvsroyndum innan øki.
Magni Magnussen er leiðari á hvítvøruverkstaðnum.
35 12 88
29 12 88
mm@lm.fo
Døgntænastan:
Tel. 35 12 20 - svarar altíð
Sum lið í okkara kundatænastu hava vit døgntænastu. Vit eru altíð til reiðar, um tørvur er á hjálp um kvøldið, náttina ella heilidagar.